FIFA Best: Hesir eru í uppskoti

FIFA hevur kunngjørt teir ellivu spælararnar, sum eru í uppskoti til “FIFA Best” heiðurin

FIFA hevur kunngjørt teir ellivu spælararnar, sum eru í uppskoti til “FIFA Best” heiðurin. Millum teir ellivu eru afturgangandi nøvn sum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, avbjóðarar sum Neymar, Robert Lewandowski og Mohamed Salah, og teir ungu drreingirnir í Erlingi B. Håland og Kylian Mbappé.

 

Hartil eru Karim Benzema, Kevin De Bruyne, N’Golo Kanté og Champions League og EM-vinnarin Jorginho. FIFA hevur eisini kunngjørt sjey venjaranøvn, sum eru í uppskoti til besta venjara.

 

Sjálvt tiltakið verður 17. januar 2022.

 

Ársins FIFA spælari:

 

Karim Benzema (Frakland og Real Madrid)

 

Kevin De Bruyne (Belgia og Manchester City)

 

Cristiano Ronaldo (Portugal, Juventus og Manchester United)

 

Erling Haaland (Norra og Borussia Dortmund)

 

Jorginho (Italia og Chelsea)

 

N’Golo Kanté (Frankland og Chelsea)

 

Robert Lewandowski (Pólland og Bayern München)

 

Kylian Mbappé (Frankland og PSG)

 

Lionel Messi (Argentina, Barcelona og PSG)

 

Neymar (Brasil og PSG)

 

Mohamed Salah (Egyptaland og Liverpool)

 

Ársins FIFA venjari:

 

Antonio Conte (Inter og Tottenham)

 

Hansi Flick (Bayern München og Týskland)

 

Pep Guardiola (Manchester City)

 

Roberto Mancini (Italia)

 

Lionel Sebastián Scaloni (Argentina)

 

Diego Simeone (Atletico Madrid)

 

Thomas Tuchel (Chelsea)