FIFA-forsetin til Føroyar í oktober

Týsdagin 9. oktober kemur FIFA-forsetin, Joseph S. Blatter á vitjan hjá Fótbóltssamband Føroya

Tá Christian Andreasen, FSF-forseti, og aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro, tíðliga í mai 2010, vóru á vitjan hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, bjóðaði Fótbóltssamband Føroya FIFA-for­setanum, Joseph S. Blatter, til Føroyar á vitjan, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Ætlanin var síðani, at Blatter skuldi koma til Føroyar í september sama ár, men vitjanin varð av ong­um. FIFA-forsetin var ávegis til Før­oyar, men vegna keðiligt veður fekk flogfari ikki lent í Vágum, og tí varð vitjanin ta ferðina av ongum.
Ætlanin hevur síðani tá allatíð­-
ina verið, at FIFA-forsetin skuldi koma til Føroyar. Og á aðalfundinum hjá altjóða fótbóltssamgonguni í 2012, sum var í Budapest, boðaði Joseph S. Blatter frá, at hann fór at koma til Føroyar seinni í hesum árinum.
Nú er so greitt, at føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum verður týs­dagin og mikudagin, 9. og 10. oktober.
Fyrr í ár varð undirlagið á Tórs­vølli skift út, og varð hetta arbeiði gjørt við góðum stuðli frá FIFA. Í hes­um sambandi vitjar Joseph S. Blatter á Tórsvølli fyrrapartin miku­dagin 10. oktober, har FIFA-forsetin fer at festa eina plátu, sum prógv fyri, at altjóða fótbóltssamgongan hev­ur stuðlað hesi verkætlan, skriv­ar FSF víðari.
Seinnapartin mikudagin skipa Tórshavnar Býráð og Fótbólts­sam­band Føroya fyri lítlari samkomu fyri innbodnum.
Umframt at heilsa uppá umboð fyri FSF, fer FIFA-forsetin eisini at hitta Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Heðin Mortensen, borg­ar­stjóra í Tórshavnar Kommunu.
– Tað er ein sera stórur heiður fyri okkum, at FIFA-forsetin kem­ur til Føroyar. Hettar er uttan iva ein av størstu vitjanum, sum Før­oyar nakrantíð hava havt innan ítróttarøkið. Tað hevur stóran týdning fyri Fótbóltssamband Føroya, at hava eitt gott og tætt samband við FIFA, og vitjanin av Joseph S. Blatter er eisini eitt gott íkast til at gera Føroyar og føroyskan fótbólt kendan í útlondum, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti.