Komandi vika er altjóða landsliðsvika hjá monnum í hondbólti. Føroyar spæla ikki dyst, tí at allir dystirnir í undankappingini verða avgreiddir í januar í Luksemburg.
Henda vikan verður tí nýtt til venjing í Føroyum, tó at landsliðið eisini fer at spæla tveir venjingardystir. Mótstøðuliðini verða eitt all-star lið úr føroysku kappingini og U20-landsliðið.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 20 leikarar til hópin. Hópurin broyttist nakað eftir at Hans Eli Sigurbjørnsson og Niklas Simonsen góvu avboð. Í teirra stað eru Filip Jojic og Tóraldur Kollsker kallaðir inn.
18 ára gamli Tróndur Mikkelsen er eisini í hópinum fyri fyrstu ferð
Hópurin sær soleiðis út:
Nicholas Satchwel - Neistin
Tóraldur Kollsker - FIF (DK)
Tórður Guttesen - Kyndil
Rói Berg Hansen - FIF (DK)
Leivur Mortensen - H71
Rúni Joensen - KÍF
Filip Jojic - VÍF
Tróndur Mikkelsen - Neistin
Brandur Halgirsson - AJAX København (DK)
Jónas Gunnarsson Djurhuus - FIF (DK)
Áki Egilsnes - KA Akureyri (ÍS)
Kjartan Johansen - Viking Stavanger (NO)
Peter Krogh - H71
Vilhelm Poulsen - H71
Allan Norðberg - KA Akureyri (ÍS)
Nicklas Selvig - KÍF
Helgi Hildarson Hoydal - Viking Stavanger (NO)
Rókur Akralíð - HEI (DK)
Rógvi Dal Cristiansen - Kyndil
Pætur Mikkjalsson - H71