U17 landsliðið hjá monnum framdi tað bragd í dag at spæla seg víðari til EM endaspælið í fótbólti, sum verður í Kroatia í mei.
Les eisini: U17 sensatión: Føroyar til EM endaspælið!
Luttøkan var tryggjað tá Føroyar vunni 2-1 á Slovakia.
Tað stóð nógv á til endans, men Føroyar kláraðu at standa í móti og harvið skrivaðu ungu mennirnar søgu, við tað, at teir eru fyrsta føroyska landsliði í fótbólti, ið spælir seg víðari til eitt endaspæl.
Les eisini: Tí eru Føroyar víðari
Sum verða man, so var frøðin stór í føroysku leguni tá floyta var av, sum filmsbrotið eisini vísir.
FSF eigur upptøkuna.