Filmur í Norðurlandahúsinum: Dayereh - Sirkulin

»Dayereh« er farsi og merkir sirkul. Farsi er almenna málið í Iran, og hetta er heiti á filmi haðani, sum fyrrárið fekk fyrstu virðisløn á filmstevnu í Venesia. Í filminum, sum filmsfelagið KLIPP sýnir í Norðurlandahúsinum mánakvøldið, fylgja vit átta kvinnum, sum á ymsan hátt eru settar til viks í samfelagnum

Hóast vit so at siga bert síggja amerikanskan film herheima, er tað als ikki Amerika, ið ger flestu filmar. Stórsti filmsframleiðari hevur í mong ár verið India, har stóri filmstaðurin verður róptur Bollywood. Men millum heimsins stóru filmslond, telist eisini Iran. Og nú verður høvi at síggja nakað so rárt, sum ein av nýggjastu, og hartil virðisløntu, iransku filmunum.
Mánadagin sýnir filmsfelag Norðurlandahúsins filmin Sirkulin. Hetta er triði filmurin, sum iranski leikstjórin Jafar Panahi (f.1960) stendur fyri. Á altjóða filmsstevnu í Venesia fyrrárið, varð Sirkulin kosin at fáa fyrstu virðisløn, sonevnda gull-ljónið.
Stríðskvinnur
Sirkulin er ein filmur, sum festir seg í minnið. Á ein greitt skipaðan og naknan hátt lýsir filmurin brot úr dagligdegnum hjá átta ymiskum kvinnum í Iran í árinum 2000.
Á ymsan hátt verða søgur teirra samantvinnaðar gjøgnum felagsheitið, tær hava sum fyrrverandi brotskvinnur, ella í minsta lagi kvinnur, sum eru dømdar av stýrinum. Onkrar eru leysgivnar, meðan aðrar eru flýggjaðar, og vit eygleiða stríð teirra, har tær royna at venda aftur til eina sømiliga tilveru.
Sjálvt um Iran í allar mátar er langt burturi, tekur filmurin okkum á bóli við sínum spenningi og ikki slepst undan at liva seg inn í lagnurnar hjá persónunum, bæði tá tær geva skarvin yvir, og tá tær halda fast um trúnna á eina betri framtíð.
Sirkulin hevur ongantíð verið sýndur í Iran, men í øðrum londum hevur hann verið stórliga fagnaður, og tískil er tað ein serligur heiður, at hann nú kann sýnast í Føroyum.
41 ára gamli leikstjórin Jafar Panahi hevur gjørt fleiri spælifilmar. Við filminum Sirkulin hevur hann fingið altjóða viðurkenning og harvið slóða fyri iranskum filmi, eisini á okkara leiðum.
Í Iran, sum telur 65 mió fólk, eru tilsamans 300 biohallir.
Iran í Göteborg
Í hesum døgum er hin 25. altjóða filmstevnan í Göteborg. Hetta er stórsti norðurlendski filmsmarknaður og umframt at vísa nýggjastu altjóða og norðurlendsku filmarnar, so hevur alt síðani 1987 verðið serligur siður at sýna film, sum er úr Iran.
Í 1998 var annar filmur Panahi?s ?Spegilin? sýndur í Göteborg. Filmurin, sum stavaði frá árinum fyri, setir eisini kvinnuna í miðdepulin.
Í ár eru ikki færri enn tólv nýggir iranskir spælifilmar á skránni í Göteborg. Heiðursgestur er kvinnuligi iranski filmsleikstjórin Tahmine Milani. Í Götebrog fer hon at sýna egna filmin ?The Hidden Half?, sum er um unga kvinnu, ið minnist aftur á islamsku kollveltingina í Iran í 1979, tá hon læs á lærda háskúlanum.
Filmsstevnan í Göteborg, har sýndir verða ikki færri enn 510 stutt- og spælifilmar, heldur áfram til og við mánadagin 4. februar.
Norðurlond og tey fremmandu
- Hvussu fáa vit minka um ræðsluna fyri teim fremmandu? Hetta er millum fremstu spurningar, sum norðmenn vilja varpa ljós á, nú teir taka yvir formanskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta sigur tíðindatænastan Norden i veckan hesa vikuna.
Norski barna- og familjuráðharrin Laila Dåvøy vil fyrst og fremst styrkja fatanina hjá teim ungu, tá um ræður siðbundnu norrønu virðini. ?Harumframt vil Noreg, nú vit fá formanssessin í Ráðharraráðnum leggja seg eftir at fáa á tal børn og ung úr útnyrðings Russlandi og teim sonevndu nærumráðunum?, sigur norski barna- og familjuráðharrin, sum eisini nevnir ítøkiligar ætlanir at berja niður fremmandahaturin og spírandi nasismuna millum norskan ungdóm. Eitt av endamálunum er at skapa samstarv millum norðurlendskan ungdóm, sum er av fremmandum uppruna og sum framhaldandi vilja búgva í Norðanlondum.
Hinvegin nevnir norðurlendska tíðindatænstan hjá Norðurlandaráðnum hesa vikuna eisini donsku støðuna, har øll av fremmandum uppruna fáa strengari kor at liva undir, verður sonevndi útlendinga-politikkurin samtyktur. Henda ætlan hjá donsku stjørnini verður løgd fram í Fólkatinginum fyri 1. mars.
Í Norðanlondum eru gjørdir fleiri filmar, sum á ymsan hátt lýsa støðuna hjá fremmandum, sum velja at skapa sær nýggja tilveru í okkara londum. Eitt skemtiligt íkast í so máta var svenski filmurin Jalla Jalla, sum Filmsfelag Norðurlandahúsins sýndi fyri fullum húsum hin 7. januar.
Grimi álvarin aftan fyri henda skemtiliga filmin kom tó til sjóndar í farnu viku, tá ein pápi beindi fyri dóttrini, tí hon ikki vildi giftast einum, hann hevði kosið.
?Iranski filmurin Sirkulin verður sýndur í Norðurlandahúsinum mándagin hin 4. februar klokkan 19:30. Filmurin varir hálvan annan tíma, er á farsi máli og hevur danskan undirtekst.