Fimleikalandsliðið úttikið

Tað er nú endaliga greitt, hvørji tey átta eru, sum skulu umboða Føroyar í fimleiki á komandi oyggjaleikum

Fimleikur

Venjarin hjá landsliðnum í amboðsfimleiki Henrik Bertelsen hevur, saman við hjálparvenjaranum Duritu Knudsen, valt teir fimleikarar sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum sum verða í Hetlandi í summar.
Fimleikararnir eru 10 í tali, fýra menn og 6 kvinnur. Átta av fimleikarunum, sum dagliga íðka fimleik í Føroyum, umboða feløgini Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið og Fimleikafelagið Støkk, meðan tveir av fimleikarunum dagliga eru staddir í Danmark, og umboða ávíkavíst feløgini AIF í Aalborg og Hermes í Keypmannahavn.
Fimleikararnir eru: Anita Knudsen, Kristina Toftegaard, Silja Højgaard og Sonja Joensen úr Støkk. Høgni R. Øster, Rósing Dam og Øssur Eiriksfoss úr HF. Elinborg Durhuus úr Ljósinum, Marit Magnussen úr Hermes og Helgi W. Olsen úr AIF.