Seinnapartin í morgin skipar Fimleikasambandið fyri fimleikakappingar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Væntast kann, at hetta verða javnar kappingar, tí í vetur hevur munurin á liðunum verið sera lítil.
Fyrst verður B-kappingin hjá pinkum, smágentum og gentum klokkan 13, har sjey lið hava meldað til, og síðani verður FM-kappingin hjá pinkum og smágentum klokkan 15.30, har átta lið eru tilmeldað.
Dómarar í kappingunum í morgin eru Jeanette Blåsvær, Beinta Danielsen, Heidi Davidsen, Dagmar Clothier, Elin Guttesen, Elna Johannesen, Guðrun M. Hansen, Eva M. Holm, Maj Johannesen, Poula M. Kass og Anna Rein.