Fimm fólk lótu lív, og seks onnur vórðu særd í einum ukrainskum dronuálopi móti einum vinnuøki sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun.
Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram sambært Reuters.
Álopið rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska høvuðsstaðin.
– Eldur kyknaði fleiri staðni í vinnuøkinum eftir eitt dronuálop. Fimm fólk eru deyð, og seks onnur eru særd, skrivar Vorobjov sambært AFP.
Eldur kyknaði í einum goymslubygningi, men sambært guvernørinum er eldurin nú sløktur.
Harumframt vórðu eini sethús og ein bilur skadd í álopinum.
Russiskir myndugleikar hava enn ikki upplýst, hvør eigur goymslubygningin, sum varð raktur.
Seinastu vikurnar hevur Ukraina framt fleiri dronuálop á goymslur hjá russiska nethandilsrisanum Wildberries, sum ofta verður nevndur "russiska Amazon".
Fyritøkan upplýsir týsmorgunin, at eim av goymslum hennara í Leningrad-landspartinum er evakuerað, eftir at eldur kyknaði har. Orsøkin til eldin er tó enn ikki upplýst.
Síðani miðjan juli hevur Ukraina sambært russiskum upplýsingum rakt meira enn 20 goymslur hjá Wildberries kring Russland og á hersettu Krim-hálvoynni.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í juli, at eitt álop á eina Wildberries-goymslu uttan fyri Moskva varð framt, tí hon sambært Ukraina varð brúkt til at goyma ílutir til dronuframleiðslu og navigatiónsútgerð.











