Fimm føroysk stig í Íslandi

Kaj Leo í Bartalsstovu vann, meðan hinir fingu eitt stig í part

17. umfar hevur verið í landskappingini í Íslandi um vikuskiftið. Allir fimm føroysku spælararnir í íslendskum fótbólti byrjaðu inni og fingu stig.

 

FH spældi javnleik 1-1 á útivølli móti Fylkir. Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson Olsen og Jákup Thomsen byrjaðu allir inni. Jákup Thomsen spældi 67 minuttir, meðan Brandur Hendriksson spældi 87 minuttir. Um túsund áskoðarar sóu ein dyst, har FH hevði munin í møguleikum og kom á odda aftaná 32 minuttir við máli, sum Cédric D'Ulivo skoraði. Fylkir javnaði fyri hálvleik til 1-1, sum eisini bleiv úrslitið.

 

Tað var hendingaríkt, tá Grindavík í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð javnaði til 2-2, og tryggjaði sær ein javnleik móti gamla felagnum hjá Gunnari Nielsen, Stjarnan. Sermerkt við føroysku luttøkuni í dystinum, René Shaki Joensen, er at hann spældi sum áleypari.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var á vøllinum allan dystin, tá ÍBV vann 1-0 Keflavík. Gøtumaðurin og liðfelagirnir vunnu uppiborið, hóast tað bara bleiv við einum máli. Við sigrinum hevur ÍBV slitið seg leyst av botninum, og er bara tvey aftanfyri FH og Grindavík, sum liggja nummar fimm og seks.

1Breiðablik16104227:1134
2Stjarnan1695237:1932
3Valur1595128:1232
4KR1776425:1627
5FH1766525:2524
6Grindavík1773719:2324
7KA1764726:2122
8ÍBV1764719:1822
9Víkingur R.1653817:2918
10Fylkir1744918:3116
11Fjölnir1636715:2515
12Keflavík1704137:334