Aftur í ár skipar fótbóltssamband Føroya fyri fótbóltsskúlum, og verða teir fimm í tali hesaferð.
Skúlarnir eru fyri børn í aldrinum 8 til 14 ár.
Fótbóltsskúlarnir verða á hesum støðum:
26.-27.06.2003 í Sandavági. Høvuðsvenjarar verða Atli Gregersen og Páll F. Joensen
27.-28-06.2003 í Klaksvík. Høvuðsvenjarar verða Bill M. Jacobsen og Annfinn Danielsen
27.-28.06.2003 á Toftum. Høvuðsvenjari verður Jógvan Martin Olsen
27.-28.06.2003 í Tórshavn. Høvuðsvenjari verður Petur Simonsen
04.-05.07.2003 í Vági. Høvuðsvenjari verður Mathias Davidsen
Fyrra dagin vara skúlarnir frá kl. 13.00 til 18.00 og seinna dagin frá kl.10.00 og til umleið kl.16.00.
Tilmeldingarbløð verða løgd út til feløgini og á posthúsini og fólkaskúlarnar kring landið 04.06.2003, og er tilmeldingarfreistin 18.juni 2003.
Tá skúlarnir enda, fáa børnini ein T-shirt og eina sodavatn, ið Føroya Bjór hevur latið, og góðgæti, ið P/F Kjølbro heilsølan hevur latið. Somuleiðis fáa tey prógv og ein fótbólt.