Hetta er stóra finaluvikuskifti í steypakappingunum í fótbólti. Í gjárkvøldið vóru tvær finalur, og í dag eru fimm finalur á skránni:
Kl. 10:00 Drenigir U14: HB-NSÍ: Tóki Høghamar
Kl. 12:30 Gentur U14: B68/NSÍ-KÍ: Jógvan S. Heinesen
Kl. 14:00 Dreingir U16: HB-NSÍ: Johan H. Ellefsen
Kl. 16:30 Steypafinalan hjá kvinnum: KÍ-ÍF: Elsa Andreasen
Kl. 19:45 Løgmanssteypið: EB/Streymur-Víkingur: Rúni Gaardbo
Í báðum finalunum í gjárkvøldið vann KÍ, og í báðum førum vórðu sigrarnir vunnir eftir longda leiktíð. Í kappingini millum gentur 14-17 ár vann KÍ 3-2 á Víkingi, og í kappingini millum dreinur U18 vann KÍ 3-1 á EB/Streymi.