Myndugleikarnir í Hvítarusslandi hava handtikið fimm menn, sum stillaðu upp ímóti Aleksandr Lukasjenko, forseta á forsetavalinum seinasta vikuskifti. Talan er um Aleksandr Mikhalevitsj, Vladimir Nekljajev, Vitalij Rymasjevskij, Andreij Sannikov og Nikolaj Statkevitsj.
Teir fimm eru skuldsettir fyri at hava skipað fyri ólógligum mótmælum í sambandi við valið. 14 aðrir andstøðingar eru tiknir og skuldsettir fyri tað sama.
Verða tey tiknu funnin sek, kunnu tey fáa upp í 15 ára fongsul.
Aleksandr Lukasjenko hevur hótt við at sekta diplomatar, sum vóru hjástaddir undir mótmælistiltøkunum í Minsk tann 19. desember.