Í gjár gjørdi nokk so fitt burtur úr at gera ferðkanningar ymsastaðni. Í Eysturoy fingu fimm bilførarar bot og av teimum fingu teir fýra eisini klipp í koyrikortið.
Í gjárkvøldið kannaði løgreglan eisini, hvussu skjótt tey koyrdu, sum fóru um nýggju brúnna um Sandá. Eisini har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, men verri varð hjá einum, sum kom um brúnna á motorsúkklu, tí hann koyrdi 84 kilometrar um tíman, og tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, annars verður tað tikið frá honum