Fimm limir afturat í Sea Shepherd útvístir

Teir fóru av landinum í gjárkvøldið

 Teir fimm limirnir í Sea Shepherd, sum vórðu handtiknir eftir grindina í Sandavági, tann 12. august, eru nú eisini útvístir úr Føroyum.

 

Sea Sheperd sigur, at seinnapartin í gjár, góðtóku danskir myndugleikar umbønina úr Føroyum at vísa teimum av landinum, og tey fóru av landinum í gjárkvøldið við Norrønu.

 

Tey vóru í rættinum í farnu viku og mikudagin fall dómurin, har tey vórðu dømd sek.

 

Fýra teirra vóru dømd fyri at renna á sjógv, í eini roynd at órógva drápið, meðan tann seinasti, ein 35 ára gamal niðurlendingur, var dømdur fyri at royna at forða drápinum. Hann kom so mikið langt út á sjógv og nær hvalunum, at hugsast kundi, at hvalirnir kundu vent, løgdu teir merki til hann.

 

Hesin maðurin fekk tí harðasta dómin á 30.000 krónur, meðan hini fýra vóru dømd bøtur á 25.000 krónur.