Fimm lond vunnu seg til EM uttan at tapa í undankappingini

Fimm lond av teimum 24 EM-luttakarunum vunnu seg í endaspælið úr undankappingini uttan at tapa

Italia, Belgia, Danmark, Spania og Ukraina eru tey fimm londini sum vunnu seg í EM-endaspælið í fótbólti uttan at tapa ein dyst í undankappingini.

 

Belgia gjørdi slætt borð í undanbólki I við at vinna allar 10 undankappingardystirnar við einum samlaðum málmuni uppá 40-3,

 

Italia gjørdi eisini slætt borð í undanbólki J við at vinna allar 10 undankappingardystirnar við einum samlaðum málmuni uppá 37-4.

 

Vit vóru í undanbólki við Spania í bólki F. Har eydnaðist spaniólum at vinna átta dystir og spæla tveir javnleikir. Spania leikti 1-1 á útivølli móti Noreg í Oslo, og móti Svøríki í Solna uttanfyri Stokkhólm. Hinir átta dystirnar vann Spania. Móti Føroyum gjørdist talan um 4-0 sigur heima 4-1 sigur á Tórsvølli, har Klæmint A. Olsen skoraði eitt minniligt mál. 

 

Í undanbólki B vann Ukraina seks dystir og spældi tveir javnar.

 

Í undanbólki D var Danmark ósigrað. Danskarar leiktu fýra javnleikir og vunnu fýra.

 

EM-endaspælið byrjar fríggjakvøldið klokkan 20 við setanardystinum millum Italia og Turkaland.