Nýggjastu tølini hjá landslæknanum vísa, at tilsamans fimm nýggir tilburðir við koronu eru staðfestir seinasta samdøgrið.
Sagt verður, at í trimum førum er smittukeldan kend, og í einum føri er tilburðurin sambært landslæknanum staðfestur á 4. degi eftir komu til Føroya.
Hinvegin er smittukeldan higartil ókend í tí fimta førinum.
Samlaða talið av kanningum, sum gjørdar vórðu seinasta samdøgnið, er 880. Nú hava 21 fólk í Føroyum aktiva smittu, og átta fólk eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu staðfestir níggju tilburðir við koronu, harav átta tilburðir vóru úr kendari smittukeldu. Í tí eina førinum var smittukeldan ókend.
Í gjárkvøldið segði landslæknin í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum, at øll, sum vórðu staðfest smittað í gjár, eru 18 ár og yngri.