Fimm ár afturat til Benitez

4-0 móti Real Madrid og 4-1 móti Manchester United.

Rafael Benitez situr trygt í venjarastólinum í Liverpool, og hetta varð undirstrikað í dag, tá hann og felagið skrivaðu undir nýggjan fimm ára sáttmála.

Um so er, at Benitez situr í sessinum alt sáttmálatíðarskeiðið, hevur hann samanlagt verið í Liverpool í 10 ár, og í leiðsluni eru tey eisini fegin um, at venjarin verður verandi.

- Síðani hann gjørdist venjari, hava vit gjørt stóra framstig, og tí frøir tað meg, at vit nú eru samdir um nýggja sáttmálan, sigur annar av høvuðspartaeigarunum í Liverpool, Tom Hicks, við enskar miðlar.

 

Tað hevur annars gingið striltið at fáa nýggja sáttmálam. Benitez sjálvur hevur støðugt sagt seg vilja hava fult tamarhald á transferpolitikkinum hjá felagnum, og hetta hevur verið stóri knúturin. Men eisini tann spurningurin tykist nú vera loystur.

 

Benitez kom til Liverpool í 2004, og hóast hann enn ikki hevur sløkt tostan hjá Liverpool eftir enska meistaraheitinum, sum felagið ikki hevur vunnið síðani 1990, so hevur hann verið við til at vinna bæði Champions League og FA-Cup hesi árini.