Anton Kovalsky, russiskur tíðindamaður, bloggari, tónleikafjeppari, yrkjari og ferðamaður, hevur ein undirteig á russisku heimasíðu síni, har hann ummælir føroyskan, bæði á russiskum og enskum.
Nú hevur hann gjørt ein topp fimm lista yvir bestu føroysku fløgurnar í 2015. Anton Kovalsky sigur, at tað hevur verið sera torført at velja fimm tær bestu, tí hann kundi lættliga nevnt 12. Millum teirra, sum hann er keddur um ikki komu á topp fimm, eru millum annað fløgurnar hjá Benjamini, Ranchusi, Huldu og Lyon.
Á fimta plássi hevur Anton Kovalsky sett fløguna hjá Døgg Nónsgjógv, nevnd Nón. Nón er kensluliga sera sterk og nógv meiri enn ein genta við einum guitara og sangi, heldur Anton Kovalsky.
Á fjórða plássi er Lost & Found hjá Analog Norð, sum Anton Kovalsky heldur kann vera tað sama fyri føroyskan elektroniskan tónleik, sum Týr og Hamferð hava verið fyri føroyskan tungmálm.
Á triðja plássi liggur Home to the Wind hjá Drowned Sessions. Hendan útgávan av føroyskum fólkatónleiki er heilt víst verd at lurta eftir, sigur hann.
Home hjá Marius Ziska er á øðrum plássi, ein útgáva, sum Anton Kovalsky heldur líkist meiri einum ævintýri enn eini tónleikaútgávu.
Ovast tróna tó tær báðar útgávurnar hjá Eivør, Slør og Bridges. Bridges er ein góð poppútgáva, meðan Slør er ein rólig útgáva, ið rørir teg til tára.