Fimmti ár í trúboðan

Í Betesda hava tey vitjan av fýra, sum fóru av landinum við trúboðanarkalli fyri fimmti árum síðani

Hetta vikuskiftið eru í Betesda í Klaksvík bæði árliga ungdómsstevnan og  markering av, at tað eru fimmti ár síðani, at fýra unglingar í samkomuni fóru av landinum við trúboðanarkalli. Teir eru allir heima og taka lut á stevnuni.

Talan er um Jógvan Purkhús, Hans Sivertsen, Páll Poulsen og Óla á Grømma, sum í 1963 fóru til Íslands.

Jógvan Purkhús hevur síðani verið í Íslandi. Hans Sivertsen hevur í meiri enn fjøruti ár verið í Grønlandi og Óli á Grømma hevur síðani miðskeiðis í seksti árunum verið í missiónsfelagsskapinum NTM. Hann býr í USA. Páll Poulsen hevur í fleiri skiftum verið í Grønlandi, har hann nú aftur hevur verið í nøkur ár. Í síni tíð var hann í fleiri ár í leiðsluni í Zarepta.

Stevnan í Betesda endar í dag.

Myndin varð tikin í gjár: Frá vinstru: Páll Poulsen, Óli á Grømma, Hans Sivertsen og Jógvan Purkhús.