Fimta dystin á rað vóru Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona fyri einum teprum tapi í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.
Andrias var sum vant við frá dystarbyrjan, tá Verona á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona tapti 0-1 fyri fótbóltsrisanum, AC Milan. Adrien Rabiot skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.
Andrias fær góð skoðsmál. Soccerstand gevur honum karakterin 7,0, og Sofascore gevur honum karekterin 6,9 (av 10 møguligum).
Hellas Verona er aftast í deildini við 18 stigum. Størsti veikleikin er, at teir hava bert skotið 23 mál í 33 dystum. Hellas Verona hevur eisini tapt nógvar dystir við bert einum máli.
Nú fimm dystir eru eftir hevur Hellas Verona níggju stig upp til fjórðaftasta plássið, har Cremonese hevur 27 stig fyri 32 dystir. So liðið hjá Andriasi flytur sannlíkt niður í Seriu B, um ikki eitt undur hendir seinastu fimm umførini.











