Trump: Nýggjar samráðingar í Pakistan mánadagin

Ein amerikonsk sendinevnd skal mánakvøldið luttaka í nýggjum samráðingum við Iran í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ein amerikansk sendinevnd skal luttaka í samráðingunum í Pakistan mánadagin. (Savnsmynd). - Mynd: Tasos Katopodis/Ritzau Scanpix

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum uppslagi á sosiala miðli sínum, Truth Social.

Hann legði afturat í uppslagnum, at USA bjóðar Iran eina sera "rættvísa og rímiliga" avtalu, og at hann vónar, at landið tekur undir við henni.

– Gera tey ikki tað, fer USA at oyðileggja hvørt orkuverk og hvørja brúgv í Iran. Ikki meira Mister Good Guy, skrivar Trump.

Amerikanski sendiharrin í ST sigur, at amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, enn einaferð fer at standa á odda fyri amerikansku sendinevndini, skrivar Reuters.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ein amerikansk sendinevnd skal luttaka í samráðingunum í Pakistan mánadagin. (Savnsmynd). - Mynd: Tasos Katopodis/Ritzau Scanpix