Finalan ikki endurtikin

Víkingur og EB/Streymur hava spælt steypafinalu tey bæði seinastu árini. Í ár hittast tey í hálvfinaluni

Talan verður ikki um nakra endurtøku av finaludystinum um løgmanssteypið. Tey bæði seinnu árini hava Víkingur og EB/Streymur stríðst í finaludystinum á Tórsvølli, men í ár sleppur bara annar teirra upp í part.

 

Tá kúlurnar vórðu togaðar úr pottinum í sjónvarpsstovuni hjá 3-2 í kvøld, vóru tey bæði feløgini nevnliga parað í hálvfinaluni.

Hin hálvfinalan verður millum B68 ella ÍF, sum ikki hava avgreitt sína fjórðingsfinalu enn, og so EB/Streym, sum hevur verið í finaluni á hvørjum ári síðani 2006.

 

Fyrru hálvfinalurnar, 21. mai

B68/ÍF-HB

Víkingur-EB/Streymur

 

Seinnu hálvfinalurnar, 18. juni

HB-ÍF/B68

 

EB/Streymur-Víkingur