Finalistarnir skulu finnast II

Marian Cirloganescu verður ikki tøkur komandi seks vikurnar hjá StÍF, sum í kvøld verður partur av eini av teimum fýra hálvfinalunum, sum verða leiktar kring landið

Coca-Cola kappingin

Seinnu hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini í hondbólti verða leiktar mikukvøldið.
Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin vera um dystin í Vági, har VÍF er á vitjan. Her hevur VB eina leiðslu á trý mál frá fyrra dystinum, og við fyrimuninum av heimavølli, má VB roknast sum favorittur í hesari uppgerðini, tó at trý mál ikki er nøkur trivalig leiðsla. Mótstøðuliðið hjá vinnaranum av hesi uppgerðini verður uttan iva Stjørnan. Tær vunnu við 10 málum á Kyndli í fyrru uppgerðini, og tað vildi helst verið størsta sensatiónin í føroyskari hondbóltssøgu, um tað á nakran hátt verður pilkað við hesa leiðsluna.
Hjá monnunum bendir nógv á tvær spennandi hálvfinalur. Í Hoyvíki hevur H71 ikki færri enn sjey mál at geva av niður til Kyndil eftir fyrru hálvfinaluna, og einki er at ivast í, at tað skal nakað óvanligt til, um hetta skal broytast. Men bæði Kyndil og H71 hava í ár latið fleiri óvanlig úrslit frá sær ? ikki minst í innanhýsis uppgerðunum ? og so er spurningurin, hvønn vegin barometrini peika mikukvøldið.
Hin mansdysturin verður á Skála, har StÍF undan dystinum hevur eina tepra eitt-máls leiðslu móti VÍF. Spurningurin er so, hvørt strandingar megna at halda fast um hesa.
Tað er í øllum førum dyggur smeitur fyri StÍF, at skaðin hjá Marian Cirloganescu tykist vera somikið álvarsligur, at talan helst verður um einar seks vikur uttan hondbólt. Hinvegin er Mihai Marinescu nú við aftur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær.

Dystirnir

Kvinnur
DysturDómarar
Stjørnan-KyndilJákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen
VB-VÍFHannis Wardum & Uni Wardum

Menn
StÍF-VÍFKristian Johansen & Sámal Hansen
H71-KyndilTrygvi Mortensen & Kári Hansen