Finalubrak á Hálsi

Dysturin millum Neistan og Kyndil líkist einum braki, har avgerðin um finalupláss kann fella

Undan dystinum hevur Neistin 13 stig fyri sínar dystir, meðan Kyndil og VÍF hava ávikavist 17 og 16 stig fyri sínar 11 dystir. Tí er hetta ein dystur, sum Neistakvinnurnar mugu og skulu vinna, um tær vilja halda fast í vónini um pláss í FM-finaluni.

 

Liðini hava tørnað saman tvær ferðir fyrr í hesum kappingarárinum, og báðu ferðirnar hevur úrslitið verið javnleikur.

 

Tveir aðrir dystir verða spældir í Elektron-deildini í dag. Í Vestmanna tekur VÍF ímóti  Stjørnuni í einum dysti, har heimaliðið er stórfavorittur. Og í Vági kemur StÍF á vitjan.

 

Dystirnir í Havn og í Vestmanna byrja klokkan 14.30. Í Vági verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00.