So er veitslan at enda komin. Sum vant, endaði veitslan við at farið var upp á gólv í Skálanum. Hesaferð kvóðu tey Flóvin Bænadiktsson.
Umframt mat, sum Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, hevur borðreitt fyri gestunum, hava KATA, Heiðrik á Heygum og Danny & the Veetos sungið fyri gestunum, umframt at Sjúrður Skaale, fólkatingslimur og skemtari, hevur undirhildið.
Sjeyrætta matskráin sá soleiðis út
Turrfiskakips
Hvítarót og roykt toskarogn
Toskakips
Ræst kjøt
Toskur við vatnkarsi
Saltfiskur við kræklingum og persillusós
Sellarí við garnatálg og osti
Lambsrulla við soppasoufflé og grønmeti av Sandoy
Søl og bláber
Upptøkur frá framførslunum eru at síggja á Facebook-vanganum hjá in.fo. Myndir frá kvøldinum er at síggja undir greinini.
Í kvøld siglir Dannebrog til Klaksvíkar. Krúnprinsfamiljan stígur í land klokkan níggju í morginárini. Leiðin gongur fyrst yvir á Biskupstorg, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at greiða frá nýggju miðbýarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu. Edward Fuglø hevur eisini eina framsýning.
Í Ósalund fara skúlabørn úr Skúlanum á Skúlatrøð at syngja fyri krúnprinsfamiljuna, umframt at dagstovnarnir í Klaksvík hava fyrireikað eina heilsu. Haðani gongur leiðin yvir í Norðoya Sparikassa, har Marni Mortensen, stjóri, fer at vísa krúnprinsfamiljuni runt og greiða frá søgu og virksemi bankans.
Seinnapartin fer krúnprinsfamiljan til Fugloyar, har tey vitja í Hattarvík. Síðani gongur leiðin til Kalsoyar og Mikladals og kópakonuna. Í annaðkvøld skipar Klaksvíkar kommuna fyri einum døgurða fyri innbodnum í Spinnarínum.
Miðlahúsið verður sjálvandi við á ferðini.