- Tað var ein heilt fantastisk íløga at gera Eysturoyartunnilin.
Tað var boðskapurin, landsstýrið førdi fram fyri byggifyritøkunum, tá ið roynt var at finna eitt privat virki at gera Eysturoyartunnilin.
Tað staðfesti Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, nú hann situr fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, sum Løgtingið hevur sett at kanna leiklut hansara í málinum um Eysturoyartunnin.
Men samstundis varð greitt, at landsstýrið vildi ikki hava nakran sum helst leiklut í fíggingini.
Og tá mistu privatu íleggjararnir álit á verkætlanini
- Hvussu kann tað vera ein so fantastisk íløga, tá ið tað almenna ikki vildi vera við á nakran hátt, spurdu privatu íleggjararnir, sigur Kári P. Højgaard.
Eitt nú undraðu teir seg yvir, at landsstýrið ikki vildi tryggja eitt minstamark fyri, hvussu nógv tunnilin skuldi kasta av sær.
Og tá ið avtornaði var ikki eitt einasta felag, sum var sinnað at fara undir verkætlanina.
Sjálvt í CIP vóru tey ógvuliga ivingarsom, í øllum førum vildu tey bíða eitt ár, tí tey høvdu so nógv jørn í eldinum
Men løgtingslógin sigur, at privata ætlanin skal vera ein samanhangandi tilgongd og løgfrøðin í Tinganesi staðfesti, at steðga vit her, kemur gongd neyvan á verkætlanina aftur.
Tí vendu vit okkum aftur til CIP og tey vildu vera við, men høvdu tvey treytaleys krøv
Annað kravið var, at samráðingarnar skuldi vera í trúnaði tí tey væntaði trupulleikar heima, fóru tey at gera íløgur í ein tunnil í Føroyum til so fá fólk og har tað er koyrandi frammanundan.
Hitt kravið var, at landsstýrið bara samráddust við CIP.
- Í CIP visti tey ikki, at øll hini høvdu tikið seg aftur, og at teir vóru einsamallur, so tað var eingin trupulleiki at lúka tað kravið og sostatt vórðu samráðingar tiknar upp við CIP sigur Kári P. Højgaard.