Tað endaði við 30-29 sigri til Niðurlond, tá ið Føroyar í kvøld spældu fyrsta dystin í Golden League í Tróndheimi.
Føroyar lógu undir við tveimum málum, tá ið tað var hálvleikt, og tað var væl klárað eftir fínan spurt upp undir hvíldina. Fyrstu løtuna var føroyska liðið sera skinklandi. Álopsspælið var eyðkent av nógvum mistøkum og lítið sannførandi. Niðurlond løgdu seg á odda 8-4 og 12-6, og serliga var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum av álvara kendist vera skeivt upp á bein og gjørdi fleiri mistøk.
Hann kendist vera sera ørkymlaður av, at donsku dómararnir góvu mótstøðumonnum ikki serliga nógva sekt fyri óregluligt verjuspæl, sum fleiri ferðir var vandamikið, tá ið teir togaðu hann í armin.
Blóðið kendist vera heitt, og tað hevði føroyski venjarin sína meining um:
-Niðurlendingar hava ikki gloymt, at vit vunnu ímóti teimum í Oslo fyrr í ár. Í kvøld spæla teir ógvuliga hart, og so mugu vit royna at svara aftur, segði hann undir steðginum í samrøðu við danska TV2 Sport.
Tá ið fyrra korterið var farið skifti svenski venjarin hjá Niðurlondum, gamli stórspælarin Staffan Olsson, mest sum alt liðið út. So fingu føroyingarnir av álvara um endan, og tá ið seinni hálvleikur var seks minuttir gamal, javnaðu Føroyar til 16-16.
Serliga var tað Óli Mittún, ið var ógvuliga eyðsýndur, men Pauli Mittún átti stóran leiklut í álopsspælinum, og í eina løtu hevði føroyski málverjin Pauli Jacobsen gott tak á skjúttunum.
At Føroyar í HM endaspælinum fyrr í ár vunnu við einum máli ímóti Niðurlondum í Oslo bar við sær, at mótstøðumenninir í seinna hálvleiki fyri tað mesta spældu við A-liðnum.
Tá ið 41 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar frammanfyri 20-18, men niðurlendingar svaraðu aftur, og so reið tað um snarið. Føroyar vóru fleiri ferðir frammanfyri við einum, og síðstu løtuna av Hákun Vest av Teigum eyðsýndur á veinginum.
Tá ið ein minuttir var eftir, økti Niðurlond um munin til 30-28, og so endaði tað við 30-29 føroyskum tapi.
-Vit halda fram við fyrireikingunum til EM endaspælið í januar, tá ið vit aftur fara at spæla í Oslo. Hjá okkum ræður um at fáa fleiri spælarar, sum hava EM støði, og í kvøld vóru onkrir fyri fyrstu ferð á landsliðnum, segði Peter Bredstorff-Larsen, sum sipaði til Paula Rasmussen, Høgna Heinason og Paula Høj, sum skoraði eitt mál.
Leygardagin fara Føroyar at spæla ímóti Norra, sum fyrr í kvøld tapti 38-33 ímóti Danmark, og sunnudagin hittast Danmark og Føroyar.
Niðurlond – Føroyar 30-29 (14-12)
Føroyar: Óli Mittún 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Hákun West av Teigum 6, Pauli Mittún 3, Vilhelm Poulsen 2, Leivur Mortensen 2, Ísak Vedelsbøl 2, Teis Horn Rasmussen 1, Pauli Høj 1










