Finleif aftur í Smiðjuni

Í dag letur Finleif Mortensen listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, sum eru kveiktir úr føroyskum bygdarlagi og føroyskari náttúru

Listaframsýning

Tað er ikki so ofta, at Finleif Mortensen letur frætta frá sær.
Men í dag letur hann listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin letur upp klokkan 15 í dag og er opin til hósdagin 6. mars. Opið er hvønn dag frá klokkan 14 til 19, men í morgin, leygardagin, er opið frá klokkan 10 til 13 og so aftur frá klokkan 14 til 19.
Finleif Mortensen er ikki tann listamálari, ið hevur framsýningar í heilum. Hjá honum er listin frítíðarítriv afturat vanliga arbeiðnum sum radiomekanikari, so hon kemur í aðru røð.
Fyrstu ferð, hann vísti fram, var á eini ólavsøkuframsýning í 1982, sum tað árið var í Kommunuskúlanum.
Síðani hevur hann verið á fleiri øðrum ólavsøkuframsýningum eisini.
Í 1987 var hann fyrstu ferð í Smiðjuni og sama árið var hann eisini við á eini felags framsýning í Norðurlandahúsinum í Havn, saman við 4-5 øðrum.
Síðani hevur hann verið í Smiðjuni tvær ferðir afturat, í 1991 og í 1997, og hann hevur eisini verið við á einari várframsýning, umframt at hann nakrar ferðir hevur sýnt fram hjá Lions Klubbinum í Eysturoy.
Nú hevur hann havt ein drúgvan steðg , men nú leggur hann so til brots aftur.
Við á framsýningini í Smiðjuni eru 20 málningar og teir eru allir nýggir, málaðir teir seinastu fýra mánaðirnar.
Finleif Mortensen er kveiktur av føroyska bygdarlagnum og føroysku náttúruni. Hann flytir seg meiri og meiri tann abstrakta vegin, tó at tað sæst, hvat tað er, hann málar og litirnir eru heitir og fjálgir.