Finnbjørn Vang bjóðar seg fram sum valevni fyri Norðoya Javnaðarfelag til løgtingsvalið.
Finnbjørn Vang er 36 ára gamal. Umframt at vera reiðari hjá Sp/F Kallanes, lesur Finnbjørn til lærara á Fróðskaparsetrinum. Finnbjørn er eisini sera virkin innan talv, hann er Forseti í Talvsambandi Føroya og varaforseti í European Chess Union.
Finnbjørn hevur verið útróðrarmaður í nógv ár. Spurdur hví hann bjóðar seg fram til løgtingsvalið sigur Finnbjørn:
– Fiskivinnan hevur altíð havt mín áhuga, og vil eg arbeiða fyri, at vinnan við sjómanninum fær bestu umstøður at arbeiða, endurnýggja og menna seg undir. At skip og bátar í vinnuni ikki kunnu fáa fiskidagar, vitandi at almikið er til av fiskidøgum í skipanini líkist ongum. Tað krevst ein endurskoðan og endurnýggjan á fiskivinnuøkinum - øllum at frama.
– Tvey onnur av mínum hjartamálum eru eldraøkið og skúlamál. Vit eiga at taka okkum væl av okkara aldrandi borgarum, eins væl og teimum yngru. Hava virðing fyri fólki, ið bygdu landið, og geva komandi ættarliðum bestu møguleikar at búleikast og mennast, sigur hann.
Umframt Finnbjørn Vang, so bjóða Aksel V. Johannesen og Eyðgunn J. Samuelsen seg eisini fram sum valevnir fyri Norðoya Javnaðarfelag.