Fíggjarlógin skal vera liðugt viðgjørt í hesum árinum. Tað krevur, at tinglimirnir gera skjótt av at velja nevndirnar av nýggum, nú Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni.
Samgongan hevur gjørt uppskot um valbólk, har somu flokkar og áður eru umboðaðir, við undantaki av KrF og Finnboga Arge, uttanflokkatinglim, sum koma inn í staðin fyi Sjálvstýrisflokkin.
Spurdur, um Finnbogi Arge nú var sloppin inn í hitan aftur, sigur hann seg ikki hava tikið støðu til annað enn KrF, ið er komin inn í valbókin, sum Finnbogi Arge var í áður.
Flest nevndarsessir
- Tað merkir m.a., at hetta eru flokkarnir, sum fáa flestu nevndarsessir, sigur Finnbogi Arge.
- Tú hevur áður sagt, at tú ikki stillar upp aftur. Merkir hetta, at tú stillar upp aftur?
- Nei, hetta merkir ikki annað enn at fíggjarlógin skal verða samstykt áðrenn 1. januar, og at tað er umráðandi at týðandi lógir, eitt nú kolvetnislógin og skattalógirnar o.a., sum liggja í tínginum, skulu hava viðgerð.
- Við einum nevndarsessi, fái eg ávirkan á lógirnar, sigur Finnbogi Arge.
- Tekur tú, við at fara í valbólk við samgonuna, undir við øllum, sum samgongan leggur fram?
- Eg fari fyribils at seta meg niður og kanna málið. Møguleikar eru fyri at fáa upplýsingar í nevndum, sum eg ikki visti um áður, sigur Finnbogi Arge. Hann leggur dent á at hetta stigið ikki hevur annan týdning enn at fáa ávirkan, nú tað líður móti endanum í hesi tingsetu.
- Eg haldi, at tað er skeivt at útskriva val júst nú, og eg havi - við at fara í valbólk- tryggjað mær ávirkan, at ikki týðandi mál skulu detta niðurfyri, sigur Finnbogi Arge, og nevnir m.a. uppskot um Telefonverkið, ið skal umleggjast til alment partafelag. Tað heldur hann eisini er týðandi mál at fáa ávirkan á.
Nevndarval í fyrsta lagi næsta mánadag
Eftir hvat skilst, so eru bert tveir valbólkar. Samgongan hevur 19 tinglimir og andstøðan 14.
Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sigur við Sosialin, at uppskot um valbókar skuldi leggjast fram í gjár seinnapartin. Um einki frávik verður givið, kunnu nevndinar í fyrsta lagi verða valdar næsta mánadag.
Tað var ikki møguligt at frætta, hvussu Sjálvstýrisflokkurin fer at skipa seg viðvíkjandi valbólki.
Álvur Zachariasen, tingmaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at tey ikki enn hava viðgjørt spurningin í flokkinum.
Hugsandi er, at Sjálvstýrisflokfurin fer í valbólk við andstøðuni. Um so er, so er talið í teimum báðum valbólkunum tað sama sum áður.