Finnland basti Belgia

Finnland hevur fult stigatal í bólki 3, eftir at liðið vann 25-20 á útivølli móti Belgia

Tá avtornaði vóru fimm mál á muni millum Belgia og Finnland, tá liðini møttust í belgiska býnum Beyne-Heusay mikukvøldið. Finnland vann 25-20, eftir at Finnland hevði verið á odda 11-8 í hálvleikssteðginum.
Toppskjútti hjá Finnlandi var Patrick Westerholm við átta málum. Bjørn Momberg skeyt sjey mál, Teddy Nordling gjørdi fimm mál og toppskjúttin móti Føroyum, Marcus Sjöstedt, gjørdi fýra mál. Toppskjútti hjá Belgia var ein leikari nevndur Sehovic, ið gjørdi átta mál. Finnland og Belgia møtast aftur sunnudagin í Finnlandi.
Finnland hevur sostatt fult stigatal eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar. Liðið hevur sostatt lagt eitt gott støði, tá teir avgerandi dystirnar móti Ísrael skulu spælast.