Belgia og Føroyar skulu avgreiða botnsessin sínamillum, meðan Finnland og Ísrael fara at kappast um oddasessin í bólki 3 í EM-undankappingini.
Tað er støðan, nú tveir dystir eru eftir at leika í EM-undankappingarbólkunum, sum verða avgreiddir í hesum døgum.
Finnland og Belgia leiktu hesa ferð dupult-uppgerð, og í báðum førum gjørdist talan um sannførandi sigrar til Finnland. Mikudagin var dystur í Belgia, og vunnu finnlendingar hesa uppgerðina 25-20, eftir at støðan í hálvleikinum var 11-8 til gestirnar. Sunnudagin var so dystur í Finnlandi, og her endaði tað við tryggum 32-25 sigri til finnlendingar, sum soleiðis hava fult stigatal eftir fýra teir fyrstu dystirnar. Tað hevur Ísrael sum kunnugt eisini, so spennandi verður at vita, hvør teirra skal vinna sær rættin til víðari luttøku í kappingini. Tann spurningurin verður svaraður innan tveir dagar í hesi vikuni. Miku- og hósdagin skulu liðini nevnliga leika ímóti hvørjum øðrum, og verða báðir dystirnir tá leiktir í Finnlandi.