Finnur Hansson verður aftur venjari hjá Team Klaksvík

Team Klaksvík fer at royna seg í EHF European League undankappingini komandi kappingarár

Finnur Hansson hevur áður roynt seg sum leikandi venjari hjá Team Klaksvík

Mansliðið í hondbólti norðuri í Klaksvík spennir veruliga bogan til komandi kappingarár.

 

Team Klaksvík hevur sett Finnur Hansson sum høvuðsvenjara til komandi kappingarár í Burn Mansdeildini. Finnur hevur áður verið leikandi venjari hjá Team Klaksvík. Hjálparvenjari hjá Finni verður royndi Team Klaksvík leikarin, Jón Jacobsen.

 

Í samrøðu við Norðlýsið boðar formaðurin í Team Klaksvík, Óli á Gravarbø frá, at Team Klaksvík komandi kappingarár fer at taka lut í EHF European League undankappingini, har liðið fer at spæla fyrstu dystirnar í øðrum undanumfarinum. Óli væntar, at tað fer at kosta felagnum millum 100.000 og 150.000 at taka lut í kappingini, men hann hevur góðar vónir um, at uppbakkningurin til heimadystin í Klaksvík verður stórur, tí tað verður fyrstu ferð eitt manslið úr Klaksvík roynir seg í evropeiskari kapping. 

 

 

 

Finnur Hansson hevur áður roynt seg sum leikandi venjari hjá Team Klaksvík