Nýggi Smyril
? Tá ið nýggi Smyril kemur, verður neyðugt hjá ferðafólki at gleiva upp um rør og annað fyri at koma vegin fram umborð.
Hetta er ein leysasøga, sum Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur hoyrt um byggingina av nýggja suðuroyarskipinum.
Men løgtingsmaðurin hevur hoyrt nógv meiri enn tað og tí hevur hann nú reist málið í ringinum.
Hann vil sostatt hava landsstýrismannin í samferðslumálum, Jógvan við Keldu, at greiða løgtinginum frá, hvussu tað gongur við byggingini.
Tí hevur hann nú sett landsstýrismanninum seks spurningar um nýggja Smyril.
Spurningarnir eru hesir:
1. Er tað rætt, at víttfevnandi byggifusk er staðfest viðvíkjandi byggingini av suðuroyarskipinum?
2. Er tað rætt, at trupulleikar eru staðfestir viðvíkjandi stabilitetinum á nýbygninginum?
3. Er tað rætt, at danska sjófartsstýrið er komið uppí, og at tað hevur virknan leiklut í málinum?
4. Er tað rætt, at byggingin av suðuroyarskipinum ikki hevur nakra fasta tíðarætlan longur, og at eingin rættiliga veit, hvat fer at henda og nær?
5. Er tað rætt, at Føroya landsstýri ikki er tryggjað móti tapi í samband við skipsbyggingina longur enn til august 2005, og at landsstýrið ikki veit sær nakra trygd eftir ta tíð?
6. Um tað hendir, at spanska skipasmiðjan blakar frá sær, er tað tá burtur við at tosa um, at suðuroyarskipið verður liðugtgjørt í Føroyum?
Finnur harmast og ræðist
Finnur Helmsdal leggur dent á, at hann reisir ikki málið fyri at seta byggingina av suðuroyarskipinum í ringt ljós.
? Heldur verður fyrispurningurin settur av ampa og áhuga. Eg var sjálvur við til at játta 300 milliónir til nýtt suðuroyarskip, tí tað var bráðneyðugt at gera nakað við samskiftið við Suðuroynna.
? Tí bæði harmar og ræðir tað meg at hoyra, at øll verkætlanin kanska er um at fara fyri bakka.
Finnur Helmsdal sigur, at sjálvandi er tað ein vanlukka, um 300 milliónir krónur fara fyri skeyti.
Men hann heldur kortini, at vanlukkan er kanska størri fyri Suðuroynna og tað fólk og virksemi, sum har er.
Hann sigur, at eftir tí ið frættist, hevur Strandferðslan so at siga einki samband við sponsku skipasmiðjuna í løtuni, tí at alt er ein hurlivasi harniðri.
Sostatt dugir Strandfersðlan ikki rættiliga at siga nakað ítøkiligt um støðuna.
? Tíðarætlanin er ikki hildin, og tað frættist, at Strandferðslan hevur ikki ánilsi av, um nøkur tíðarætlan yvirhøvur er galdandi longur, sigur Finnur Helmsdal.
Hann leggur afturat, at tað skilst, at alt viðvíkjandi byggingini av suðuroyarskipinum er tryggjað til í august 2005.
? Nú eingin tíðarætlan tykist vera galdandi,og eingin veit nakað nakað um støðuna, er spurningurin, um trygdin fyri peningi og skipi eisini er komin í tungan sjógv og um trygdin viðvíkjandi sáttmálum og trygd ikki røkkur longri enn til í august 2005?
? Vónandi kann landsstýrismaðurin svara hesum fyrispurningi soleiðis, at eg og allir aðrir føroyingar kenna ein lætta og samstundis kunnu gleða okkum til tann dag, tá nýggja suðuroyarskipið kemur snøgt og stásiligt inn á Trongisvágsfjørð, sigur Finnur Helmsdal.