22. oktober 2011 var 27. og síðsta umfar á skránni. Víkingur vann 4-1 í Klaksvík, og eftir dystarlok vórðu bronsukrónurnar hongdar um hálsin á spælarunum. Í 19. minutti skoraði Finnur Justinussen fyrsta málið, og harvið var hann við 21 málum greiður toppskjútti í 2011.
Síðani hevur tað verið soltnari. Í fjør var hann í Svøríki, og beinbrot tíðliga á árinum var høvuðsorsøkin til, at hann bara spældi 25 minuttir á besta liðnum hjá Jönköpings Södra IF. Einir tíggju dystir og nøkur mál á næstbesta liðnum var ikki tað, sum toppskjúttin í føroysku kappingini bæði í 2009 og 2011 hevði ætlað.
Nú er Finnur aftur í Sarpugerði, har hann í fjør var nógv saknaður. Í gjár var fyrsta høvið hjá honum at prógva fyri sær sjálvum og øllum hinum, at máltevinum ikki bilar nakað, og tað var vorðið sum Finni, sum 30. mars verður 24 ár.
– Sjálvandi var hetta ein lætti fyri meg. Eg veit væl, at øll í og kring Víking rokna við, at eg skal skjóta mál. Nú savni eg meg fult og heilt um hesa uppgávuna, og tað gevur sjálvsálit, tá ið tað eydnast, sum tú sjálvur vilt, og sum hini rokna við, at tú gert, staðfestir Finnur Justinussen.
NSÍ var omaná undan steðginum. Nýggja miðverjan við Jónhardi Frederiksberg og Pól Jóhannusi Justinussen, stuðlað av Karl Løkin á verjukenda miðvallarplássinum, helt Finni og Víkingi burtur, og tá ið liðini fóru úr kuldanum og undir tak at heita seg og hvíla seg, var NSÍ á odda. Lítil hálvur tími var farin, tá ið Árni Frederiksberg, sum saman við Magnus Olsen var á sentrala miðvøllinum, við vinstra beini sendi hornaspark innfyri úr høgru, og bólturin endaði í netinum.
Eftir steðgin vístu heimamenninir betri hugburð. Teir vóru avgjørdari í nærdystunum – ikki minst riggaði tað væl hjá Hans Jørgen Djurhuus á verjukenda miðvallarplássinum – fluttu seg meiri enn í 1. hálvleiki, og sjey minuttir eftir steðgin var Finnur upp á spæl fyri fyrstu ferð, tá ið hann eitt sindur úr vinstru og við vinstra beini smekkaði bóltin upp í nærra málhornið. Væl upplagdi Philip Djordjevic átti síðsta fótin í uppspælinum
So var tað tætt, og tað kundi koppað báðar vegir, men at enda var tað Finnur Justinussen, sum avgjørdi. Hesa ferð var tað eitt sindur úr høgru, og enn eina ferð var Djordjevic við í uppspælinum.
– Hetta var fyrsta ferðin, at eg havi spælt saman við Philip Djordjevic, sum var fremstur á miðvøllinum, og tað riggaði væl. Eg havi heldur ikki spælt saman við Jann Inga Petersen og André Olsen, sum var ein av teimum, ið komu inn. Øllum hinum hava eg verið hjá liðfelagi hjá, og eg haldi, at vit sum lið eru komnir langt hesar báðar mánaðirnar, sum vit hava vant, sigur Finnur Justinussen.
Tú var ikki millum teir, sum landsliðsvenjarin hesa ferð sendi boð eftir. Ert tú vónbrotin av tí?
– Nei. Sjálvandi vil eg fegin spæla á landsliðnum, men í løtuni liggur tað ikki fremst í huganum. Tað eru góðir álopsspælarar, sum í løtuni eiga sjálvsagdan lut frammanfyri meg í landsliðshøpi. Hjá mær ræður um á Víkingaliðnum at vísa støðug avrik og taka av, tá ið liðfelagarnir spæla meg leysan. Tað er upp til landsliðsvenjaran at gera av, hvør skal umboða Føroyar, og eg skilji hann væl, at hann í løtuni ikki hevur meg á listanum.
Í Leirvík og Gøtu fegnast tey um Víking og Finnur Justinussen.
NSÍ ferðalagið var sjálvandi vónbrotið um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Avrikið bendi á, at tað ikki verður leingi, áðrenn stig fara at koma á NSÍ kontuna.