The Høyry Sauna Party, sum finska saunan á G! kallaðist, verður aftur
í ár partur av tónleikahátíðini í Gøtu 15-17 juli.
Mong vóru tey, sum hildu at eitt tað besta innslagið á G! yvirhøvur, var finska saunan, sum stóð á sandinum til gestirnar at gera sær dælt av.
Talan var um ektaða finska sauna við tilhoyrandi finskari manning, sum passaði hana, og enntá finskum plátuvendara, sum legði ein serligan dám á.
G! boðar í dag frá, at saunan verður aftur partur av tilboðunum til festivalgestirnar.
Les meira á heimasíðuni hjá G!