Finsku kvinnurnar trúgva uppá ísraelskan sigur

Finski toppskjúttin í dystinum móti Ísrael ígjár, Nicolina Frederiksson heldur, at tær hjá Ísrael eru hevndartystar aftaná tapið fyri Finnlandi

Nicolina Frederiksson hjá Finnlandi við nummar 28 í rygginum trýr uppá ísraelskan sigur í dag

Nicolina Frederiksson hjá Finnlandi við nummar 28 í rygginum trýr uppá ísraelskan sigur í dag

Allar hondbólts-Føroyar eru spentar uppá um kvinnulandsliðið kann vinna seg víðari í bólk 2 í EM-høvuðsundankappingini. Mótstøðuliðini sum bíða har eru Danmark, Rumenia og Eysturríki.

 

Seinnapartin klokkan 16 spæla Føroyar móti Ísrael í EM-undanundankappingini sum er í høllini á Hálsi í Havn í hesum døgum. Fær føroyska liðið ein javnleik ella ein sigur móti Ísrael hava Føroyar vunnið seg víðari til høvuðsundankappingina. 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá sera týðandi dystinum millum Føroyar og Ísrael á FM1. Sigrun Mikkelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo

 

Nicolina Frederiksson, ið var toppskjútti hjá Finnlandi í 28-24 (14-10) sigrinum á Ísrael ígjár, og sum skoraði tvey mál í dystinum móti Føroyum fyrradagin trýr uppá ein ísraelskan sigur millum eitt og fimm mál, ið sendir Finnland víðari til høvuðsundankappingina. Fáa Føroyar stig eru Føroyar víðari, og vinnur Ísrael við seks málum ella fleiri er Ísrael víðari til høvuðsundankappingina. 

 

Við svenska kringvarpið sigur Nicolina Frederiksson: - Málverjarnir hjá Ísrael høvdu sera fáar bjargingar móti okkum, tað mugu tær betra um, um tær skulu vinna á Føroyum. Eg trúgvi Ísrael hevur allar møguleikar fyri at vinna. Tær eru uttan iva sera hevndarhugaðar aftaná tapið fyri okkum, júst sum vit vóru aftaná tapið fyri Føroyum, sigur Nicolina Frederiksson. 

 

Støðan:

 

1. Føroyar 1 dystur 21-19 2 stig

 

2. Finnland 2 dystir 47-45 2 stig (Føroyar betri innanhýsis)

 

3. Ísrael 1 dystur 24-28 0 stig 

 

Vinnarin fer í undanbólk 2 har hini liðini eru Danmark, Rumenia og Eysturríki. 

 

 

 

 

 

Nicolina Frederiksson hjá Finnlandi við nummar 28 í rygginum trýr uppá ísraelskan sigur í dag

Nicolina Frederiksson hjá Finnlandi við nummar 28 í rygginum trýr uppá ísraelskan sigur í dag