Um støði verður tikið í málunum, so ber ikki til at siga annað, enn at talan er um rættuliga tætta kvinnukapping á Svangaskarði.
Í dag hava FC Honka úr Finlandi og Den Haag úr Hollandi spælt. Finska liðið vann 1-0. Málið fingu tær, tá ið tað vóru nakrir fáir minuttir eftir.
Higartil eru tríggir dystir spældir, og málmunurin hevur ongantíð verið størri enn eitt mál: Valur-FC Honka 2-1, Den Haag-KÍ 1-1 og FC Honka-Den Haag 1-0.
Nú klokkan 14.45 verður fyrsta bríkslið millum Valur og KÍ.
Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði í dag eru sera góð.