Á norðoyastevnu vann Fípan Fagra úr Klaksvík hesa kappingina. Klaksvíksdreingir vóru á málinum eina stóra bátslongd undan Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag.
Ta ferðina lógu bestu bátarnir ikki borð um borð. Soleiðis er tað altíð á norðoyastevnu, tá ið tað er í lutakasti, at tað verður gjørt av, hvussu bátarnir liggja.
Í dag lógu Fípan Fagra og Drekin borð um borð. Fípan Fagra var best í startinum, og tað var skjótt, at klaksvíksdreingir vóru eina hálva bátslongd undan næstu bátunum, og fjarstøðan var ongantíð minni enn so.
Fípan Fagra økti støðugt og so við og við um munin. Drekin gjørdi onkrar royndir at bjóða av, og tað sá út til, at tað leið betri eftir hjá hvíta bátinum við drekastevninum, men so svaraði Fípan Fagra aftur, og tá ið teir fóru um málið var fjarstøðan millum tveir teir fremstu mest sum nett tann sama, sum hon var fyri 14 døgum síðani.
Kollur á triðja plássi var tað mesta av tveimum bátslongdum aftanfyri Drekan.
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:07.47 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 05:10.35 | +02.76 | 6 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 05:14.42 | +06.90 | 5 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 05:23.16 | +15.38 | 4 | ||
| 5 | Blikur (AR) | 05:27.26 | +19.58 | 3 |
rsf.fo
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 2 | 14 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 2 | 12 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 2 | 10 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 2 | 8 | ||
| 5 | Blikur (AR) | 2 | 6 |











