Drekin hevur higartil í ár staðið seg heilt væl í hesi kappingini, men í dag vignaðist tað ikki væl hjá sigursvandu manningini hjá Havnar Róðrarfelag. Heldur var tað gulin hjá Havnar Róðrarfelag, sum legði rættiliga bragdliga fyri og var fremstur í startspurtinum.
So legði Firvaldur seg á odda, og avrikið hjá teimum av Tvøroyri var so mikið sannførandi og gott, at tað var bara kapping um næstfremsta plássið, og tann kappingin var so sera spennandi.
Firvaldur var eina bátslongd undan teimum næstu á málinum, og í stóru kappingini um næstfremsta plássið, var tað Ørnin úr Sandavági, ið vann og fór um máið eitt vet undan Drekanum, sum aftur var ein stóran stavn undan Gulanum.
Undan tveimum teimum síðstu kappingunum – í Hósvík og á ólavsøku – er tað púra javnt í FM kappingini millum Drekan og Firvald, sum hava 31 stig.
| 1 | Firvaldur (FSR) | 05:21.17 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Ørnin (SÍF) | 05:24.03 | +02.72 | 6 | ||
| 3 | Drekin (HR) | 05:24.15 | +02.96 | 5 | ||
| 4 | Gulin (HR) | 05:24.29 | +03.24 | 4 | ||
| 5 | Stubbin (KSR) | 05:26.48 | +05.62 | 3 | ||
| 6 | Pílur (RK) | 05:27.49 | +06.64 | 2 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 05:37.24 | +16.14 | 1 |
| 1 | Drekin (HR) | 5 | 31 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 5 | 31 | ||
| 3 | Ørnin (SÍF) | 5 | 20 | ||
| 4 | Gulin (HR) | 5 | 20 | ||
| 5 | Pílur (RK) | 5 | 19 | ||
| 6 | Stubbin (KSR) | 4 | 12 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 4 | 4 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 1 | 2 |
rsf.fo











