Tað var Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann tryggan sigur, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á vestanstevnu í Miðvági, har tað er gott summarveður og líkindini at rógva kapp framvegis eru heilt góð.
Sigurin í dag ber við sær, at Víkingur er greiður FM favorittur. Víkingur hevur 34 stig, og tað eru trý stig aftur til Froðbing, sum er næstfremstur.
Tað vóru hesir báðir bátarnir, sum fyrra partin av 1000 metra róðrarteininum í dag kappaðust um fremsta plássið. Eina løtu reið tað um snarið, men væl áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, vóru tøkini hjá teimum umborð á Víkingi dyggari, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd.
Rádni og Sølmundur vóru í kapping um triðja plássið, og ta kappingina vann Sølmundur.
| 1 | Víkingur (HR) | 04:56.01 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 04:57.31 | +01.60 | 6 | ||
| 3 | Sølmundur (NSÍ) | 05:02.16 | +06.30 | 5 | ||
| 4 | Rádni (ÍF) | 05:03.16 | +07.30 | 4 | ||
| 5 | Lómur (AR) | 05:11.15 | +15.28 | 3 | ||
| 6 | Norðstovudánjal (SR) | 05:11.44 | +15.86 | 2 |
| 1 | Víkingur (HR) | 5 | 34 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 5 | 31 | ||
| 3 | Rádni (ÍF) | 5 | 23 | ||
| 4 | Sølmundur (NSÍ) | 5 | 22 | ||
| 5 | Norðstovudánjal (SR) | 5 | 11 | ||
| 6 | Lómur (AR) | 5 | 10 | ||
| 7 | Páll Fangi (KRF) | 3 | 6 | ||
| 8 | Tvørabáturin (FSR) | 2 | 2 | ||
| 9 | Glyvrabáturin (NSÍ) | 3 | 0 | ||
| 10 | Smyril (VK) | 1 | 0 |
rsf.fo











