Firvaldur snýtti Jallin

Á Norðoyastevnu vunnu genturnar umborð á Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Ta ferðina var Firvaldur næstfremstur.

Í dag býttu tveir teir fremstu bátarnir um. Talan var bara um kapping millum hesar báðar bátarnar, og á málinum var Firvaldur meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Jallin.

Hvassi vann tøttu kappingina um triðja plássið við Sílið.

 

 

5 mannafør gentur

1 Firvaldur 05:43.05

2 Jallurin 05:45.05

3 Hvassi 05:59.10

4 Sílið 06:00.03

5 Havfrúgvin 06:04.03

6 Falkur 06:05.23

 

Støðan í FM

1 Firvaldur 13

2 Jallurin 13

3 Havfrúgvin 8

4 Sílið 7

5 Hvassi 7

6 Falkur 6

7 Katla 1