Á norðoyastevnu vann Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri, á eystanstevnu vann Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, og á jóansøku í Vági var aftur nýggjur vinnari. Tað var Firvaldur av Tvøroyri, sum fór fremstur um málið eftir so sera spennandi kapping.
Inntil fram ímóti endaspurtinum bendi einki á, at talan fór at verða um spenning um sigurin, tí Firvaldur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var eina heila bátslongd undan Drekanum, sum var fremsti avbjóðarin, meðan Pílur ikki var heilt so frammarlaga.
So spentu tær á Drekanum seg út, tær løgdu seg stavn um stavn við Firvald, og eina lítla løtu var drekastavnið undan, áðrenn Firvaldur svaraði aftur og fór fyrstur um málið.
Merkivert var tað, at Stubbin úr Kvívík vann kappingina um bronsuplássið við Pílin.
Í FM kappingini er Drekin fremstur – eitt stig undan Firvaldi.
| 1 | Firvaldur (FSR) | 06:03.47 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 06:04.37 | +00.80 | 6 | ||
| 3 | Stubbin (KSR) | 06:09.29 | +05.64 | 5 | ||
| 4 | Pílur (RK) | 06:10.22 | +06.50 | 4 | ||
| 5 | Ørnin (SÍF) | 06:13.04 | +09.14 | 3 | ||
| 6 | Gulin (HR) | 06:19.09 | +15.24 | 2 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 06:37.34 | +33.74 | 1 |
| 1 | Drekin (HR) | 3 | 19 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 3 | 18 | ||
| 3 | Pílur (RK) | 3 | 14 | ||
| 4 | Gulin (HR) | 3 | 11 | ||
| 5 | Ørnin (SÍF) | 3 | 10 | ||
| 6 | Stubbin (KSR) | 2 | 7 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 3 | 3 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 1 | 2 |
rsf.fo











