Nú verður aftur farið undir kalvaaling í Føroyum. Royndir hava fyrr verið gjørdar undir sera vánaligum umstøðum, men nú eru umstøðurnar væl betri, vísir Símun Joensen á.
? Vit eru júst byrjaðir, og vit fara tí ikki at leggja okkum eftir eini stórari framleiðslu frá byrjan av. Vit skulu heldur læra okkum handverkið fyrst, sigur stjórin í Fiskaaling, ið er eitt partafelag hjá Føroya Landsstýri.
? Gitingin og strúkingin hevur gingið væl, men hinvegin er tað trpult at siga nakað um, hvussu endaliga úrslitið verður, tí tað er ikki greitt enn, sigur Símun Joensen.
Krevur arbeiðsorku
Kalvarnir eru stroknir og gitingin er framd teir seinastu dagarnar. Arbeiðsfólkið á alistøðini hevur tí verið tilreiðar allar tímar á samdøgrinum. Tey skulu vera á staðnum, tá kalvin er klárur at gýta.
? Tað krevur nógva arbeiðsorku, tí fólk skulu vera tøk allar tíðir á samdøgrinum, tí tú skalt vera hjástaddur, tá kalvin gýtir, og tað kann vera dag sum nátt, sigur Símun.
Símun Joensen er varin, tá hann skal meta um framtíðarútlitini innan aling av kalva. Hann vísir á, at um tey fáa nøkur fá yngul, sum yvirliva, so er tað altíð ein hampulig byrjan, ið byggjast kann víðari á.
? Skulu vit fara undir kalvaaling í Føroyum, so skulu vit spakuliga uppbyggja vitan, so at vit kunnu vera rímiliga tryggir í at vita, at vit fáa eina ávísa nøgd av yngli hvørt ár, tí tað er einasta gongda leiðin, sigur Símun Joensen.
Fyrstu tíðina fer ynglið at vera í sokallaðum siloum. Síðani verður tað flutt í posar, sum liggja á sjónum. Tá fær ynglið livandi fóður antin úr Sundalagnum, ella verður fóðrið dyrkað av alarunum, og tað er ein avbjóðing at fáa kalvan at eta livandi fóður. Eydnast henda fórðingin, og ynglið klárar ta fyrstu tíðina, verður tað flutt í kør á støðini, har ynglið verður fórðað við turrfórði.