Eingin mansskaði hendi, tá 50-tons báturin Fiskaklettur av Oyri, sum var á veg inn á Havnina, varð ásigldur tætt innan fyri Molan av farmaskipinum Arnatindi, sum var á veg úteftir.
Stoyturin hendi um skottið millum maskinrúmið og lastina. Tað eydnaðist manningini á Fiskakletti at bakka bátin inn at Molanum og leypa upp á land við endum, áðrenn báturin sakk niður við bryggjuna.
Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1974