Fiskaprísurin hækkar orsaka av munn og kleyvsjúkuni

Kreppan í kjøtídnaðurin í Europa og serliga í Bretlandi hevur ført við sær, at brúkarin er farin av hyggja eftir alternativum til kjøt.

 

Kreppan í kjøtídnaðurin í Europa og serliga í Bretlandi hevur ført við sær, at brúkarin er farin av hyggja eftir alternativum til kjøt. Her er flogfenaður og fiskur ovast á skránni. Norðmenn hava í seinastu viku skotið upp, at teir skulu útnytta støðuna í Bretlandi til at fáa fólk í Europa at eta enn meira fisk. Men røddir eru eisini frammi í Noregi um, at hetta er skeiv mannagongd, tí at fara at nýta støðuna til at seta fiska upp móti kjøti, kann geva baksláttur. Mótstøðumenninir siga, at fólk skulu velja fisk, tí tey halda fiskur er góður og ikki tí at kappingarvinnan hevur trupulleikar av sjúku í løtuni.

Longu nú síggjast fyrstu tekini á fiskauppboðsølum í Europa, at fiskurin hækkar orsakað av munn og kleyvsjúkuni.