Fiskaprísurin lækkaður

Prísirnir á toski og hýsu vóru einki at reypa av á Fiskamarknaði Føroya í gjár. Toskur 4 fór fyri 11,27 og hýsa 2 fyri miðalprísin 10,52. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya 86,2 tons av fiski fyri eina góða miljón krónur.

Av hesum vóru góð 50 tons toskur og heili 30 tons av toski 4, sum fekk miðalprísin 11,27 krónur fyri kilo.

Góð 8 tons vóru av ávikavist toski 3 og 5, og her vóru miðalprísirnir 14,21 og 8,79 krónur fyri kilo.

Besti prísur á toski í gjár var fyri stívliga eitt tons av toski 1, sum fekk miðalprísin 18,40.

Umleið 19 tons vórðu seld av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,52 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur á hýsu í gjár var 11,81.

Miðalprísurin í gjár fyri øll fiskasløgini samanlagt var 11,61 krónur fyri kilo.

Lítil og eingin upsi var á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár, tá nógv tær størstu nøgdirnar vóru toskur 4 og hýsa 2.