Nú eru fiskidagarnir aftur á politisku dagsskránni, og onkur uppskot eru eisini um tillagingar í fiskidagaskipanini.
Stríðið um fiskidagarnar fer helst ongantíð at enda, men fer framhaldandi at vera eitt niðurbrótandi stríð millum fiskimannin og tað sokallaðu serfrøðina, okkara høvuðsvinnu til miklan skaða.
Fiskidagaskipanin er ein vána skipan, sum við tillagingum, so sum brúksskyldu, umbýti av fiskidøgum við onnur rættindi og flyting av ikki brúktum fiskidøgum til teirra í tørva, bara gerst enn fløktari og truplari at umsita, til paragraff-“fiskimenninir” at enda verða teir einastu, sum fáa nakað burturúr, meðan vanligi trol-, húka- og garnafiskimaðurin útarmast.
Nei, avtakið fiskidagaskipanina!
Verjið toska-, hýsu- og upsastovn við kvotum, tí tað kann ikki vera rætt, at allur kapasitetur í fiskivinnuni skal skerjast í mun til støðuna hjá hesum trimum fiskastovnum, so at ongin orka er til at bróta upp úr nýggjum víkjandi øðrum fiskasløgum.
Gevið so fiskivinnuni óavmarkaðar fiskidagar, óavmarkaðar skipastøddir, óavmarkaðar motorstøddir, óavmarkaðar møguleikar fyri fiskahagreiðing umborð og óavmarkaðar sølumøguleikar bæði av fiski og loyvum.
Treyðugt so, onkur avmarking umframt nevndu kvotur, er helst neyðug, men heldur tvær og tríggjar ov lítið enn eina ov nógv.
Tað verður tað reina kaos, vil onkur halda.
Kann vera, og soleiðis bleiv eisini sagt fyri hálvtannaðhundrað árum síðan, tá ið bæði trælalóg, stavnsband og einahandil blivu avtikin innanfyri tvey áratíggju.
Kaos bleiv, so at skilja, at bøndur nú ikki fingu røkt bø, haga og útróður á sama hátt sum áður, nú teir høvdu mist trygga ræðisrættin yvir arbeiðskraftini.
Hvørjum manni stóð nú frítt at velja sær vinnuveg, antin í tænastu hjá øðrum ella sjálvur at leggja til brots sum vinnulívsmaður og selja sína úrtøku hvørjum hann sjálvur vildi.
Nógv eru dømini um miseydnaðar royndir við millum øðrum skipsfiskiskapi, hjá hesum nýggjum vinnulívsmonnum, men at enda funnu teir, leysir av øllum darvandi bindingum, stevið, og føroyska samfelagið, sum í árhundraðir, meðan ræðisrætturin at virka hevði ligið hjá teim fáu, bert hevði talt nøkur fá túsund fólk, fór at vaksa, til talið eftir hundrað árum nærum tíggjufaldaðist.
Møguleikarnir í fiskivinnuni eru langt frá úttømdir, men fiskivinnan er í dag so niðurbundin í stirvnum skipanum, at fokus er flutt frá veruligari veiðimentan, sum, vit vita, býr í fólkinum, til eitt rættuliga ódámligt spæl við lógarparagraffum, tí størstu fiskivinnuavbjóðingarnar eru fluttar av grunnunum inn í advokatskrivstovurnar.
At bæði politikarar og embætismenn viðvirka í ivasomum tulkingum av lógum og kunngerðum, sigur okkum bara, at heldir ikki teir duga at síggja nakra skilagóða meining við verandi fiskivinnulóg.
Vit hava ikki brúk fyri tillagingum í ónýtiligu fiskidagaskipanini, tí tað fer bara at gera hana enn fløktari og truplari at umsita.
Vit hava harafturímóti brúk fyri einum fiskivinnureformi, einari nýggjari og einfaldari skipan, har veiða og veiðimentan, heldur enn paragraff-ryttarí, aftur verður sett í hásæti.
Allar bindingar, so sum dagar, skipastøddir, motorstøddir, bólkabýti, økisfriðingar, avmarkingar í samanlegging, veiðuloyvi, fiskiloyvi og so framvegis, kunnu erstattast við seljandi kvotum á tosk, hýsu og upsa.
Vit uppliva nokk ikki eitt slíkt skarvslop í fólkavøkstri, sum fyri hálvtannaðhundrað árum síðan, men gera vit sum tá; avtaka darvandi bindingar og bundin ræðisrættindi til teir fáu, so fiskivinnan fær frælsi at troyta enn ótroyttar møguleikar í fólk- og fiskatilfangi, er enn nógv eftir at vinna, samfelagi og fólkavøkstri at frama.
Stirvnar og bundnar skipanir flyta fokus og orku frá veruligari fiskivinnu yvir á trongar og illgongdar paragraff-møguleikar í sjálvari skipanini, meðan frælsir karmar skapa óánaðar vinnumøguleikar.