Eitt nýtt ídnaðarskip er komið í føroyska fiskiflotan. Skipið fær heimstað í Miðvági og fær gamla miðvágsnavnið Atlantsfarið.
Tað er smápartafelagið Newco, sum Dánjal Johansen í Miðvági hevur stovnað saman við norðmonnum, sum hevur keypt nóta- og trolskipið Courage úr Fraserburgh í Skotlandi.
Atlantsfarið er 62 metrrar til longdar, og lastar eini 1.150 tons av ídnaðarfiski í tangum umframt eina kassalast, greiðir Dánjal Johansen frá. Skipið er smíðað í Noreg í 1980 og hevur 2.100 HK MAK høvuðsmaskinu.
Atlantsfarið er útgjørt við RSW tangum og hevur pumpuútgerð til sjálvt at lossa tøma allar tangarnar og hevur stostatt ikki fyri neyðini at fáa hjálp frá landi. Fýra ljósmotorar eru, sum geva skipinum alla ta orku, tað hevur fyri neyðini. Á brúnni hevur skipið alla ta útgerð, sum nútíðar fiskiskapur krevur.
Skipið er 23 ára gamlat og okkurt er at gera við, greiðir Dánjal Johansen frá. Eitt nú fara teir at skifta trolspølini út, áðrenn farið verður til fiskiskap, sigur hann. Í aðrar mátar er skipið í sera góðum standi, og manningarviðurskiftini eru heilt góð. Allir hava einmanskømur, og felagsrúmini eru eisini rættiliga góð.
Tað verða einir seks-sjey mans við skipinum, tá farið verður til fiskiskap, sigur Dánjal Johansen. Og tað verður eingin trupulleiki at manna skipið.
?Tað hava so nógvir ring, at vit kunnu fáa fleiri manningar,sigur hann.
Atlantsfarið kemur í flotan við veiðiloyvinum hjá Onnu T, sum Newco hevur keypt. Hon liggur í Esbjerg og verður strikað úr flotanum. Dánjal Johansen leggur dent á, at loyvini frá Fiskimálaráðnum eru fingin til vega.
Atlantsfarið fer at partrola eftir ídnaðarfiski, tó ikki nebbasild, tá tann tíðin kemur. Hvør makkarin verður, ella um teir møguliga verða tríggir í einum bólki, sum fara at fiska saman, er enn ikki endaliga avgreitt, men arbeitt verður við onkrum møguleikum, sigur Dánjal Johansen. Umframt fer Atlantsfarið so at veiða svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi.
Føroyingar eiga óbrúkta ídnaðarkvotu bæði í ES sjógvi og í norskum sjógvi, so tað skuldi einki verið til hindurs fyri at sloppið at fiska, heldur hann.
Dánjal Johansen vil ikki siga nágreiniliga prísin á skipinum, men letur at, at hann er hampiligur.
Skotarnir, sum áttu Courage, hava bygt nýtt skip.