Fiskimannafelagið fær betri pláss

Í næstum fer Føroya Fiskimannafelag undir at byggja upp aftur sunnara partin av bygningin, har felagið heldur til, so skrivstovan fær munandi betri pláss

Tíðiliga í morgun sóðust maskinur byrja at bróta niður sunnaru helvt av bygninginum hjá Føroya Fiskimannafelag Bursatanga, har handilin hjá Samvinnufelagnum og kaffistovan Carlsborg hava hildið til.

Sámal Poulsen, nevndarlimur í Fiskmannafelagnum, sum stendur fyri arbeiðinum sigur, at av fyrstan tíð var ætlanin at umvæla gamla bygningin.

- Eftir at hava kannað hann nærri víst bygningurin seg at vera so illa farin av fýri, at tað ikki loysti seg at umvæla hann. Tí hava vit valt at taka hann niður og heldur byggja hann upp av nýggjum, sigur Sámal Poulsen.


Nýggja lyftu

Nýggi bygningurin verður í fýra hæddum, tað vil siga ájavnt tann partin, har Fiskimannafelagið nú hevur skrivstovu. Síðani er ætlanin at víðka verandi skrivstovu við allari ovastu hædd á nýggja bygninginum.

Men Sámal Poulsen fegnast ikki bara um nógva plássið, sum skrivastovan tá fær.

- Vit eru eisini serliga fegin um at ein lyfta verður í nýggja bygninginum, sum ger, at fólk í koyristóli kunnu koma heilt upp á fjórðu hædd eisini. Tað ber ikki til sum er, og tað er jú rættiliga ótíðarhóskandi, sigur Sámal Joensen.

Eftir ætlan skal niðasta hædd í nýggja bygninginum verða liðug um ólavsøkutíð. Nær bygningurin verður heilt liðugur er ilt at meta um, men arbeiðið verður gjørt sum skjótast, sigur Sámal Poulsen.

Væntandi fer bygningurin at kosta einar fimm til seks milliónir krónur, tá hann stendur heilt liðugur